Innovation Camp við Gjógv

Íverksetarahúsið bjóðar fríggjadagin 80 10.floksnæmingum til Gjáar, har Undirbeat, Boys in a Band og íverksetan er á skránni Íverksetarahúsið hevur tikið stig til eina ferð til Gjáar undir heitinum Innovation Camp.

 

Endamálið er at upplýsa 10.floksnæmingum og aðrar luttakarar um møguleikarnar fyri íverksetan í Føroyum.

Nógvar fyrilestrar eru á skránni, millum annað verður Regin Dalsgaard, Rani Nolsøe og Sunnvá Háberg Eysturstein.

 

Fyrilestrahaldararnar venda sær serstakliga til ungdómin, og í tí sambandi verður eisini prátað um Paintball Føroyar og Klippfisk.

 

Dagurin byrjar við tónum frá Undirbeat, og endar við Boys in a Band.

 

Fyrireikarar siga, at tiltakið eftir ætlan skal verða afturvendandi.