Løgmanssteyp
Í Fótbóltssambandinum hava teir neyvan nakað ímóti, at tað hósdagin eydnaðist klaksvíkingum at kvalifisera seg til finaluna um løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli ólavsøkudag. KÍ man vera tað felagið, sum oftast hevur nógvar áskoðarar við sær til dystir á útivølli. Serliga tá nógv stendur upp á spæl, hevur ferðingarhugurin hjá klaksvíkingum verið stórur.
Tað sást fleiri ferðir í fyrraárið, tá KÍ vann nógv. Síðani tá hevur tað gingið minni væl hjá KÍ, og tað hevur sást aftur á huginum at ferðast við KÍ. Men samstundis er svongdin hjá KÍ áskoðarunum stór eftir at síggja teirra lið vera við í fremsta stríðnum. Á ólavsøku eru altíð nógvir klaksvíkingar í høvuðsstaðnum, og tí man lítið vera at ivast í, at tað fara at vera fleiri KÍ viðhaldsfólk á Tórsvølli ólavsøkudag, enn tað nakrantíð áður hava verið til ein fótbóltsdyst hjá KÍ í Gundadali.
B36 eigur nógv trúgv viðhaldsfólk. Ofta vísir tað seg, at ábyrgdin fyri at stuðla kennist størri, tá liðini eru á útivølli, enn tá tey eru á heimavølli. Men tað er eingin ivi um, at B36 viðhaldsfólkini fara at skipa seg væl undan ólavsøkuni. Fótbólthugað kring landið hava í fleiri ár eftirlýst spenningi í ólavsøkufótbóltinum. Nú er lagt upp til spenning og dramatikk, og tí er tað neyvan langt av leið at rokna við, at áskoðarametið í Gundadali stendur fyri falli. Áskoðarametið til fótbólt í Gundadali man ikki vera langt frá teimum 5.500 áskoðarunum, sum møttu upp, tá Turkaland og Føroyar spældu 1?1 15. juli 1991.
Endurtøka
Finalan ímillum B36 og KÍ verður ein endurtøka av finaluni í 1999. Ta ferðina vunnu klaksvíkingar 3?1. Tomislav Sivic var venjari hjá B36. Nú er hann venjari hjá KÍ. Heðin á Lakjuni var á KÍ liðnum. Nú er hann á liðnum hjá B36.
Áðrenn B36 og KÍ hittast á Tórsvølli sunnudagin 29. juli, skulu tey hittast eina ferð í landskappingini. Tað verður á ovara vølli í Gundadali í sjeynda umfarinum, sum verður á skránni sunnudagin 17. juni.
Steypavinnarin tryggjar sær pláss í UEFA Cup kappingini á sumri 2001. Tað er eisini ein møguleiki fyri, at taparin í steypafinaluni sleppur upp í part í Europa. Soleiðis verður tað, um steypavinnarin eisini vinnur FM. Seinast tað kom fyri, var í 1999, tá KÍ vann FM og steypafinaluna ? við 3?1 sigri á B36, sum nú hevur møguleika at siga takk fyri seinast.