Innsavning í Perluni í Tórsgøtu

Rotary skipar fyri framsýning av Shelterbox og Water Survival Box, sum verða brúkt í samband við hjálpararbeiði.

Rotary skipar í dag og í morgin - 24. oktober - fyri framsýning av Shelterbox og Water Survival Box, sum verða brúkt í samband við hjálpararbeiði í neyðstøddum økjum kring heimin.

 

Ein “box” av hvørjum er komin til Føroyar og verða tær sýndar fram í Perluni í Havn. Í dag vóru hesar at síggja frá klokkan 10-17, og í morgin - leygardagin - frá klokkan 11-16. Ein Shelterbox er millum annað eitt sertjald, vatnfiltur og neyðsynjarútgerð, sum er nokk hjá einum húski at húsast í nakrar mánaðir.

 

Shelterbox-átakið spratt úr Rotary felagsskapinum í Bretlandi í 2001. Kassarnir verða bornir heilt út til vanlukkuøki av starvsfólkum hjá Shelterbox fyriskipanini.

 

Ein Shelterbox er í stuttum ein kassi við einum sertelti, búnýtum og útgerð - nokk hjá einum stórum húski at húsast í mánaðir. Hetta er komið væl við hjá mongum familjum í neyðstøddum økjum kring knøttum seinastu 15 árini.

 

Síðani 2001 hava 110.000 fólk í 75 londum havt ágóðan av eini Shelterbox. Ein Shelterbox kostar 5.000 krónur og veitir tak yvir høvdið beinanvegin.

 

Water Survival box er eitt stórt ílat, køksúterð og eitt filtur, sum ger tað møguligt at reinsa skitið vatn til drekkivatn.

 

Sertjald  og útgerð verður borið út til vanlukkuøkini, har tørvur er á hjálp. Eitt nú verður skipað fyri flutningi av Shelterboxum til flóttarlegur á Lesbos og í Sýria í hesum døgum.

 

Á tiltakinum í Perluni verður víst tjald og útgerð, og her verða framløgur og video, sum vísir, hvussu hjálpararbeiði fer fram. Endamálið hjá Rotary er savna pening til nakrar boxir at senda til Sýria og til Grikkalands í samband við flóttafólka avbjóðingarnar sum eru í løtuni og at kunna um, hvussu tað er møguligt at hjálpa á staðnum í samband við vanlukkur og annað.

 

Í morgin seinnapartin luttekur eisini navnframi Jógvan við tónleiki.

 

Allur stuðul til tiltakið er vælkomin. Tú kanst velja at geva 50 krónur, 100 krónur ella meiri. Tú kanst eisini velja at seta teg fyri eini Shelterbox við at geva 5000 krónur ella eini Water Survival Box við at geva 1500 krónur.

 

- Allur stuðul er vælkomin. Stuðlast kann við at geva reiðan pening í Perluni ella við at seta peningin á konto í Bank Nordik 6460 5183318. Allur stuðulin fer óskerdur til hjálpararbeiðið, sigur Rotary.