Í fjør vóru inntøkurnar hjá Vágs kommunu smáar 63 milliónir krónur. Tað vísir roknskapurin hjá kommununi, sum býráðið samtykt at góðtaka í gjárkvøldið.
Sostatt vóru inntøkurnar væl hægri enn í 2015, tá ið tær vóru 55,8 milliónir, upplýsir Vágs Býráð á heimasíðuni.
Í fíggjarætlanini fyri 2016 varð upprunaliga mett, at inntøkurnar hjá Vágs kommunu fóru at verða 55,6 milliónir krónur í fjør men inntøkumetingin varð síðani eftirmett og tískil vórðu inntøkurnar hækkaðar upp í 61,8 milliónir.
Í fjør gjørdi Vágs kommuna íløgur fyri 8,6 milliónir. Tað mesta av pengunum varð brúktur til ein síðubygning í Vágs Høll, umframt ábøtur á bátahylin og Heilsumiðstøðina, nýtt spælipláss og nýggjar teldur til Vágs Skúla, og til asfaltering. Íløgur vórðu eisini gjørdar í
vatnveitingina og spillvatnsskipanina.
Vanligi raksturin kostaði 54,8 milliónir krónur í fjør og tað er væl hægri enn í 2015, men orsøkin er fyrst og fremst at stuðulin til mentanar- og frítíðarvirksemi hækkaði nógv í fjør, sigur býráðið. Í fjør vóru útreiðslurnar hjá Vágs kommunu av eldrarøkinum 14,7 milliónir krónur.
Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs Kommunu í fjør var eitt hall upp á 1,6 milliónir, sum er nakað minni enn væntað, tí eftir fíggjarætlanini fór hallið at vera 2,4 milliónir krónur.
Á nýggjárinum var nettoskuldin hjá Vágs kommunu var smáar 34,6 milliónir. Hetta er 1,6 milliónir hægri enn við árslok 2015, men fremsta orsøkin til tað er, at Vágs kommuna yvirtók ognirnar á ítróttaøkinum á Eiðinum.