Tað er hugaligt at hyggja vestur yvir Sandsvág, har alifelagið Marine Harvest síðan í fjør heyst hevur havt aliring liggjandi.
Veturin royndist harður, og felagið hevur gjørt av at taka ein vetur aftrat við ongum fiski í aliringinum. Síðan er ætlanin at seta smolt út á Sandsvág næsta vár.
Ætlandi fer felagið at hava seks ringar við umleið 390.000 smoltum á Sandsvág, tá sjálv alingin byrjar. Verður fiskur settur út sum ætlað í mars/ apríl næsta ár, verður fyrsta tøkan stívliga eitt ár seinni - ella á sumri í 2017.
Væntandi er, at eini 3-4 fólk verða knýtt beinleiðis at alibrúkinum hjá Marine Harvest á Sandi. Men eitt er tey størv, sum verða knýtt beinleiðis at alingini. Annað er tær inntøkur, ið kunnu hugsast, at alingin fer at geva.
Á kunningarfundi á Sandi í fjør heyst segði stjórin í Marine Harvest, Hans Jákup Mikkelsen, at skatturin, sum alifelagið rindar, saktans eisini kann geva Sands kommunu nakrar eykainntøkur.
Alt eftir, hvar Marine Harvest hevur sítt alivirksemi, er møguligt at deila skattin, sum felagið rindar, yvir økini, og hetta kann koma at hava týdning fyri partafelagsskattin hjá Sands kommunu.