Tey eru kend í Gaither høpi, og í sær sjálvum skuldi tað boða frá sera góðari góðsku. Og tað var júst hetta, vit fingu á Fjarðafestivalinum. Framúr góðsku á øllum økjum. Við einari framúrskarandi og fjølbroyttari ljóðmynd undirhildu The Isaacs fyri allar pengarnar á útipallinum á Fjarðafestivalinum.
Ljóðmyndin var sera fjølbroytt á tann hátt, at tey spenna sera víða instrumentalt. Tað var sera frískligt at hoyra tey ymisku streingjaførini, frá violin til mandolin, akustiskan guitarleik og tann djúpa bassin, ið har til hoyrdi.
Sangurin var á rættiliga høgum stigi í allar mátar, og løgini vóru eisini sera fjølbroytt. Tey spældu friðarlig løg, ið veruliga nomu við innastu kenslurnar, lívlig løg, ið góvu hvørjum limi á kroppinum hugin at dansa og harafturat fleiri løg mitt í millum.
Tann andaligi parturin lá heldur ikki eftir, og lovprísan var í ríkiligt mát. Familjubólkurin við teimum ísraelsku røtrunum megnaði veruliga at sameina blue-grass við gospel og country, og at siga um hesa framførsluna er, at hon uttan iva er verd at uppliva.