Internet við ballónum

Google vil nú geva internetatgongd til øll – við hjálp av ballónum

Tað var heldur loyndarfulla tøknideildin, Google X, sum fyri tveimum árum síðani fór undir verkætlanina, har endamálið var at geva heimsins fátækastu og avbyrgdu økjum internetgongd. Hetta við at gera hotspots umvegis ballónir.
Flestu hugskotini, sum Google X kemur við, verða vend í hurðini, longu áðrenn tey koma á borðið. Google X snýr seg um at taka garvill hugskot, sum ofta eru hugsað í science-fiction umhvørvinum og kanna, um hesi kunnu gerast til veruleika. Og um so er – hvussu tey kunnu gerast til veruleika. Og aloftast verða verkætlanirnar síðani lagdar til viks, júst tí tær eru ov garvillar.
Men onkra tíð verður roynt at arbeiða víðari við hugskotinum. Men tey flestu munnu nú halda, at hetta við internetberandi ballónum, sum skulu geva øllum heiminum møguleika at lesa tíðindi, samskifta online og hyggja eftir býttisligum youtube-kykmyndum, ikki er eitt teirra. Ballónirnar eru ikki heilt støðufastar við skiftandi ættum og uppdrift, og flestu heliumsballóinir, sum verða sendar til himmals, detta eisini niður aftur fyrr ella seinni.
Rich DeVault, sum er partur av verkætlanini, hevði tó funnið eina møguliga loysn, sum eitur “sjálvstillandi uppdrift”. Tað snýr seg um at stýra ballóninum, so tær finna luftstreymar, ið hava røttu ættina. Og Google hevur nýtt sera nógvar dátur í royndunum at finna útav, hvussu luftin í stratosferuni flytur seg.
Síðani hevur Google X arbeitt nógv við hugskotinum. Eitt nú hava teir samstarvað við Raven Aerostar, sum framleiðir veðurballónir fyri NASA, og sum eisini framleiddi ballónina, sum lyfti Felix Baumgartner upp í stratosferuna, tá hann í oktober mánaði í fjør setti heimsmet tá um frítt fall ræður.
Í Ný Sælandi eru royndir gjørdar við at senda ballónir yvir bygt øki, og á henda hátt geva íbúgum internet, og umvegis ein Android-teldir hava granskararnir fylgt við ballóini, greinað veðurdátur og stýrt ballóini til júst røttu hæddina.
Ballónirnar koma heilt upp í 20.000 metra hædd. Hetta er tvífalt so høgt uppi sum ferðafólkaflogfør flúgva, og her er eisini friður av veðri og turbolensi. Higartil hava tvey húsarhald verið partur av royndarverkætlanini, og bæði hava havt internet.
Tað er tó framvegis langur veugr, áðrenn tøknin veruliga kann seljast almenninginum, men fleiri eru á einum máli um, at hetta veruliga er verkætlanin, ið kann geva øllum heiminum atgongd til internet.