Altjóða løgreglusamstarvið Interpol hevur nú sent út boð um, at tann frákoyrdi libyski leiðarin Muammar Gaddafi og fleiri av hansara næstu monnum skulu handtakast. Boðini koma eftir áheitan frá ákæranum í Altjóða Revsirættardómstólinum, Louis Moreno-Ocampo, sum í gjár bað Interpol sóknast eftir Gaddafi, soninum Said al-Islam og fregnartænastustjóranum, Abdullah al-Senussi.
Ronald Noble, aðalskrivari í Interpol, sigur í einari fráboðan, at bæði Libya og Altjóða Revsirættardómstólurin vilja hava fatur á Gaddafi, so hann kann koma fyri rættin og standa til svars fyri tær ákærur, sum eru reistar ímóti honum.
Tann stóri spurningurin er, hvar Muammar Gaddafi er. Síðani uppreistrarmenninir tóku Tripoli í síðsta mánað, hevur eingin sæð tann gamla leiðaran. Tað hevur ljóðað, at hann fjalir seg í býnum Sirte, haðani hann er ættaður, ella í býnum Bani Walid.