Frákoyrdi rumenski venjarin í HB, Ion Geolgau, hevur ongar ætlanir um at fara av landinum. Ion Geolgau sigur við Sosialin, at hann næstu mánaðirnar ætlar sær at gera eina roynd at tryggja sær sáttmála við annað føroyskt felag komandi kappingarár.
- Eg og konan avgjørdu fyri langari tíð síðan, at vit búsettu okkum í Føroyum í nøkur ár, og tann avgerðin er ikki broytt, sigur Ion Geolgau.
Harmast rokið í HB
Spurdur, hvussu hann hevur uppfatað seinastu tíðina í HB, svarar Ion, at hann harmast um, at samstarvið fekk ein so brádliga enda, men at hann kortini virðir avgerðina, sum HB-leiðslan tók.
-Tað er altíð keðiligt at fara frá soleiðis í úrtíð, men fótbóltsverðin er ein hørð verð, og í fótbólti kanst tú vænta at verða koyrdur, og so er ikki meir at siga um tað, sigur Ion.
Ion Geolgau væntar eisini, at avgerðin at koyra hann sum venjara, ikki var ein løtt avgerð hjá leiðsluni í felagnum at taka, tí samstarvið millum hann og leiðsluna hevur verið í heili fimm ár.
- HB er stórt felag, sum krevur at 1.lið vinnur sínar dystir, og tað er eitt stórt krav hjá einum venjara at hava á sær. Tað gekk eisini strúkandi í fyrru helvt, men seinastu dystirnar hevur gingið minni væl, og har má eg so taka ein part av ábyrgdini av avrikunum í seinastuni, fortelur Ion.
Tá vit seta honum spurningin, nær hann merkti á sær, at tíðin hjá honum sum venjari hjá HB var farin at halla, svarar Ion, at eftir steypafinaluna fekk hann ein varhuga av, at tíðin í HB kanska ikki gjørdist so drúgv aftrat.
- At tapa finaluna var sera hart fyri meg persónliga, og eftir dystin hevði eg sera torført við at vinna álitið á leikarunum aftu , og fáa teir at savna tankarnar um landskappingina, sigur Ion.
Sjálvur hevði Ion spurt leiðsluna í HB, um møguleikan fyri eini venjingarlegu undan finaluni, men ynski varð ikki gingið á møti. Grundgevingin var at, at túrur uttanlands gjørdist ov kostnaðarmikil. Um úrslitið av finaluni hevði verið øðrvísi, veit Ion ikki at siga, men hann vísir á, at mótstøðuliðið úr Runavík avgjørt hevði gott av at fara til Íslands á venjingarlegu.
- Vit vóru á venjingarlegu í Brøndby í 1998, og tað munaði væl, tí umframt at vinna greipuna, stóðu vit okkum sera væl í Evropa Cup í 98, har vit eitt nú vunnu 2-0 á finsku FC Haka, sigur Ion.
Um teir báðar seinastu dystirnar, sigur Ion, at í Klaksvík, vantaðu fleiri týdningarmiklir leikarar, og til grannauppgerðina ímóti B36 vóru fleiri leikarar, sum ikki fingu vant í vikuni undan dystinum.
- Hóast okkum vantar tveir so týðandi leikarar sum Hans á Lag og Jan Dam, so stríddust vit mannailiga í Klaksvík, men vit vóru óhepnir ikki fáa eina stigið, og hevði tað ikki verið fyri eitt frágera flott mál frá Kurt Mørkøre, so høvdu vit eisini fingið eina stigið. Til dystin ímóti B36 vóru fleiri spælarar, sum ikki fingu vant undan dystinum, vegna skaða, og hetta sást eisini síðstu løtuna, har vit ikki megnaðu at gera okkum dælt av, at vit vóru tveir spælarar fleiri enn teir, sigur Ion Geolgau.
Spurdur um at tað ikki minnir um eina panikk-loysn at koyra venjaran, orsaka av úrslitunum í trimum teimum seinastu dystunum, og tá verður havt í huga, at HB bert er eitt stig frá oddaliðnum, svarar Ion, at tað eru tað ivaleyst fleiri sum halda, men HB-leiðslan er komin til ta avgerðina, og hana virði eg.
Ion hevði tó væntað, at hann varð settur úr venjarastarvinum, tí sum hann sjálvur sigur, so merkti hann á sær, at okkurt var í umbúna longu eftir steypafinaluna, og tí var hann eitt sindur ovfarin av, at avgerðin ikki varð tikin fyrr enn seinasta hóskvøld.
- Eftir tapið í Klaksvík, væntaði at nú var mín tíð í HB av, men tá hendi so onki, men eftir B36-dystin, var eg vísur í, at nú vóru mínir dagar taldir í felagnum, og væntaði at fáa dómin longu sunnukvøldið. Eg gjørdist sera bilsnin av, at leiðslan bíðaði heilt til hósdagin at siga meg úr starvinum, greiðir Ion frá.
Fríggjakvøldið var Ion Geolgau og segði farvæl við leikararnar, og tað var sera torført, tí Ion greiðir frá, at sambandið millum hann og spælararnar í HB altíð hevur verið sera gott. Ion var tó sera keddur um, at allir leikararnir ikki vóru til staðar fríggjakvøldi, og vónar at hann við annað høvi fær sagt ordiliga farvæl til teir leikararnar.
- Eg havi altíð havt reinar linjur í HB, og leikararnir hava altíð vitað, hvat eg havi staðið fyri, og tí er tað av stórum týdningi, at tá eg í framtíðini hitti leikarararnar á gøtuni, at vit kunnu hyggja í eyguni á hvørjum øðrum.
HB verður meistari í ár
Tá vit spyrja Ion um, hvussu hann væntar landskappingin endar, svarar hann, at hann avgjørt vónar og væntar at tað verður HB, sum vinnur meistaraheitið í ár.
- Fær HB javnleik í Gøtu komandi sunnudag, so eri eg vísur í, at teir vinna í Runavík, tí tá fara spælararnir at geva meir enn fult út. Eg vænti heldur ikki, at HB setur fleiri enn tvey stig til í landskappingini, og vónandi verður tað nóg mikið til, at felagið gert meistari í ár, sigur Ion.
At Ion er so bersøgin viðvíkjandi teimum báðum torføru útidystunum í Gøtu og Runavík, kemur ikki av ongum, tí hann vísir á, at HB við honum sum venjara aldrin hevur tapt í Gøtu, og bert tí einu ferðina hevur HB tapt í Runavík, tá hann hevur staðið á odda fyri liðunum.
Tað skal tó leggjast afurat, at í fjør tapti HB í Gøtu, men til tann dystin var rumbul í HB, og upp til dystin hevði Ion boðað frá, at hann gavst sum venjari hjá HB, men fyri síðani, eftir umbøn frá leikarunum í HB, at venda aftur í venjarastarvið eftir GÍ-dystin.
Framtíðin
Ion Geolgau sigur at er tíðin í HB er nú søga, og hann er noyddur at lýta framá.
- Vónandi fái eg onkran fyrispurning um møguligt venjarastarv til komandi kappingarár, tí mær dámar sera væl í Føroyum, og fólkið her er sera fitt og fyrikomandi, leggur Ion afturat.
Spurdur, um hann hevur nakað felag í Føroyum, sum hann kundi hugsað sær at vant, svarar Ion, at tað týdningarmesta er, at felagið hevur visiónir, ið røkka út um bara fyrsta lið, og at felagið eisini hevur ein ungdómspolitikk.
- Tá mær stóð í boði at gera sáttmála við sáttmála HB, var tað av stórum týdningi, at felagið, eisini hevði ætlanir um at gera nakað við ungdómdeildirnar, greiðir Ion frá.
Í sínari tíð í HB, hevur Ion umframt 1.lið, eisini verið fastur og fúsur at taka ein hond við ungdómsliðunum og við góðum úrslitum, tí seinnu árini hevur HB verða einaráðnandi í nógvum ungdómsdeildum.
- Tá eg kom í HB fekk eg at vita, at fleiri árgangir vóru farnir niður ímillum í felagnum, og tað sæst eisini aftur á 1.liði í dag, tí samansetingin á liðnum er í dag við spælarum yngri enn 23 og so eldri enn 29, og t.v.s. at ættarliðið ímillum 23 og 29 er als ikki at síggja í HB í dag, og tað er sera óheppið, tí leikarar mitt í tjugunum eru vanliga væl fyri, hvat royndum viðvíkur, vísir Ion á.
Ion leggur dent á, at enn er ov tíðliga at siga nakað um komandi kappingarár, men hann vónar, at møguleikar verða at fáa annað venjingarstarv í Føroyum.
At enda vil Ion takka fyri dygga stuðulin seinastu dagarnar, tí telefonin hevur kimað síðan hósdagin frá áskoðarum og leikarum, sum hava ynskt honum góðan byr.
- Tað fjálgar, sigur Ion.
- At enda vil eg eisini ynskja HB góðan byrí framtíðini, og vónandi fær felagið eitt gott úrslit í ár, endar Ion viðtaluna við Sosialin.
Mynd: Ion
Fyrrverandi venjarin hjá HB, Ion Geolgau, vónar at fáa ein sáttmála við annað føroyskt felag til fyri kappingarár, og hevur tí ongar ætlanir um at fara av landinum.
Mynd: Savnsmynd