- Vit hava undirskrivað ein sáttmála við eina amerikanska kt-fyritøku. Hon fæst við IP-telefoni, sum er telefon yvir breiðband, sigur Richard.
Breiðbandstøknin fer at vinna seg meira og meira fram.
- Breiðband verður altdominerandi í framtíðini. Telefonin broytti alt, tá ið hon kom. Nú er tað internetið, sum broytir alt, sigur Richard við Sosialin.
- Tøknin er ein kappingarfyrimunur. Vit hava ótrúligar møguleikar við framkomnari tøkni. Tøknin økir tó ikki um kappingarførið í sjálvum sær. Vit mugu eisini hava motiverað starvsfólk til at nýta tøknina, segði Richard Mortensen, tá ið hann presenteraði Ulrik Wilbek.
Føroya Tele skipaði fyri hesum degnum fyri at lýsa fyri teirra vøru.
- Vit vilja fegin kunna okkara kundar um hesa nýggju tøkni. Hetta er eisini ein partur av kundarøktini, at gestirnir fáa okkurt til matna. Tað er sjálvandi eitt fíggjarlit atlit, tá ið vit skipa fyri einum slíkum degi. Vit vænta sjálvandi at vinna pengarnar aftur.
- Vit eru sera væl nøgdir við dagin. Eg haldi, at alt hevur riggað stak væl. Vit hava havt fleiri vitjandi enn væntað, segði Richard Mortensen á evnisdegnum "markleysi heimurin".