Iran fer ikki at góðtaka nakra broyting í kjarnorkuavtaluni, ið landið gjørdi við tey seks heimsveldini USA, Bretland, Russland, Frakland, Kina og Týskland í 2015. Tað upplýsir iranski forsetin Hassan Rouhani í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin Donald Trump og franska forsetin Emmnauel Macron hava tingast um broytingar í avtaluni í samband við vitjanina hjá franska forsetanum í Washington D.C.
Í gjár kunngjørdu amerikanski og franski leiðararnir at teir arbeiða við at gera eina nýggja kjarnorkuavtalu, ið víðkar um avtaluna frá 2015. Sambært BBC, so hevur tað fingið iranska forsetan til at seta spursmálstekn við hvønn rætt teir báðir leiðararnir hava at broyta eina avtalu, ið sjey lond hava undirskrivað.
Donald Trump hevur javnan funnist at avtaluni, ið Obama stjórnin undirskrivaði, og hevur gjørt greitt, at um avtalan ikki verður broytt, so verða tey handilsboykott, ið vórðu sett úr gildi tá avtalan varð undirskrivað, sett í verk aftur 12. mai.
Og tað er eisini serliga Trump, ið Hassan Rouhani nú legst eftir.
- Tú hevur ongar royndir í politikki. Tú hevur ongar royndir innan løgfrøði. Tú hevur ongar royndir innan altjóða avtalur, endurgevur BBC iranska forsetan fyri at siga, tá hann viðgerð rættin hjá amerikanska forsetanum at broyta avtaluna.
Sambært BBC, so hevur Iran eisini hótt við, at um nakrar broytingar verða framdar í avtaluni, so fær tað álvarsamar avleiðingar, tó uttan at koma nærri inn á hvørjar avleiðingar talan er um.