Iran hevur herflotavenjing í Hormussundinum

Iranska herflotavenjingin verður hildin dagin fyri, at samráðinarnar millum Iran og USA um eina kjarnorkuavtalu skulu takast uppaftur

 

Verjan hjá iransku kollveltingarhirðuni hevur í dag herflotavenjing í Hormussundinum.

 

Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

Iranska herflotavenjingin verður hildin dagin fyri, at samráðinarnar millum Iran og USA um eina kjarnorkuavtalu skulu takast uppaftur.

 

- Venjingin hevur til endamáls at royna tilbúgvingina, um møguligar trygdar- og hernaðarligar hóttanir eru, verður sagt úr Iran.

 

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, er annars komin til Genéve í Sveis at samráðast við USA um eina kjarnorkuavtalu.

 

- Eg eri í Genéve í royndini at fáa eina rættvísa og rímiliga avtalu, skrivar uttanríkisráðharrin á X, fyrrverandi Twitter.

 

Í Sveis skal Abbas Araghchi eisini hava samrøður við sveisiska uttanríkisráðharran, og hann skal hava samrøður við leiðaran fyri Altjóða Kjarnorkustovnin (IAEA), Rafael Grossi.

 

##med2##

 

 

 

Hormussundið er trongin úr Omanvíkini og inn í Persaraflógvan