Iran hevur lopið á størsta gassanleggið í Katar

Iranska álopið kom efir, at natúrgassøkið South Pars hjá Iran í Persaraflógvanum fyrst varð álopið

 

Eftir eitt álop á iranska natúrgassøkið South Pars í Persaraflógvanum í dag, ávaraði Iran um nýggj álop á olju-og gassídnaðin í grannalondunum.

 

Og Iran gjørdi eisini álvara av sínum hóttanum.

 

Iran hevur nevniliga lopið á størsta gassanleggið í Katar, sum liggur í ídnaðarbýnum, Ras Laffan, og landið leyp á við rakettum.

 

Verjumálaráðið í Katar sigur, at ein av fýra rakettum, sum Iran sendi avstað, rakti gassøkið.

 

Wall Street Journal veit frá ónevdum keldum at siga, at ætlanin hjá amerikanska forsetanum er ikki at keypa á fleiri olju-og gassøkir í Iran.

 

Tó visti Donald Trump um álopið í dag á South Pars, og sagt verður, at hann stuðlaði álopinum sum eini boð til Teheran um at lata Hormussundið uppaftur.

 

Fyri kríggið komu 20 prosent av allari olju og gassi í heiminum við tangaskipum úr Persaraflógvanum og út ígjøgnum Hormussundið.

 

Dagført:

 

Í kvøld frættist eisini, at Iran hevur lopið á gassanleggið Habshan í Sameindu Arabisku Emiratunum, og at framleiðslan á anlegginum er steðgað.

 

Myndugleikarnir í Abu Dhabi vátta hesi tíðindi, og tað er Reuters, sum endurgevur.

 

Sagt verður, at rakettin varð skotin niður, men at vrakleivdir raktu bæði gassanleggið og oljuøkið, Bab.

 

Einki er frætt um fólkaskaða í iranska álopinum.

 

Í dag ávaraðu iranskir miðlar um, at Iran fór at leypa á olju-og gassøkir í grannalondunum.