Iran lovar hevnd yvir Ísrael fyri álop í dag

Í álopinum varð iranska sendistovan í Damaskus javnað við jørðina. Bæði sýriskir og iranskir miðlar siga, at tað var Ísrael, sum framdi álopið.

Í dag frættist, at Ísrael hevur lopið á iransku sendistovuna í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus. Sagt verður, at millum tey seks, sum lótu lív í álopinum, var ein høgtstandandi maður í iransku tjóðarhirðuni, Mohammad Reza Zahedi.

 

Sambært Reuters hevur iranskt sjónvarp váttað, at Mohammad Reza Zahedi læt lív. Nú lovar Iran hevnd yvir Ísrael, sum landið metir stóð aftan fyri álopið. Ísrael hevur ikki tikið ábyrgd av álopinum á iransku sendistovuna.

 

Í álopinum í dag varð iranska sendistovan í Damaskus javnað við jørðina.

 

Bæði sýriskir og iranskir miðlar siga, at tað var Ísrael, sum framdi álopið, og sagt verður, at seks rakettir úr einum F35-jagaraflogfari vórðu skotnar eftir sendistovuni.

 

Iranski sendimaðurin í Sýria lovar hevnd yvir Ísrael, og iranski uttanríkisráðharrin sigur, at álopið er brot á allar altjóða avtalur.

 

Ísrael ger sjáldan viðmerkingar til álop á mál í grannalondunum, og ísraelska stjórnin hevur heldur ikki gjørt viðmerkingar til álopið á iransku sendistovuna í Damaskus í dag.

 

##med2##

 

 

 

Mohammad Reza Zahedi var høgtstandandi í iransku tjóðarhirðuni, skriva útlendskir miðlar.