Oman og Iran í samrøðum um Hormussundið

Londini hava fundast á vararáðharrastigi í uttanríkisráðunum hjá londunum, og serfrøðingar hjá báðum pørtum hava verið við

Umboð fyri Oman og Iran eru í dag í samrøðum um Hormussundið og møguleikarnar at tryggja skipaferðsluna gjøgnum sundið.

 

Tað er almenna tíðindastovan ONA í Oman, sum ber hesi tíðindi í dag, sum aðrir miðlar eisini endurgeva.

 

- Oman og Iran hava hildið fund á vararáðharrastigi í uttanríkisráðunum hjá londunum, og serfrøðingar hjá báðum pørtum hava verið við.

 

ONA skrivar, at møguleikar eru umrøddir, sum kunnu tryggja skipaferðsluna gjøgnum Hormussundið.

 

- Serfrøðingar á báðum síðum løgdu fram eina røð av hugskotum og uppskotum um, hvussu skipaferðslan aftur kann tryggjast.

 

Einki verður tó sagt um, hvør niðurstøðan á fundinum millum Oman og Iran er.

 

##med2##

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í gjár, at Iran hevur eina freist á 48 tímar at ganga við til eina avtalu um at lata Hormussundið uppaftur.

 

- Um hetta ikki verður gjørt, verður fanin leysur, sum amerikanski forsetin málbar seg.

 

 

 

- Verður Hormussundið ikki latið uppaftur, verður fanin leysur, sigur Donald Trump