Iran rakt oljugoymslu í Oman

Myndir av staðnum vísa eisini, at eldur er í einum oljutanga, og roykur stendur upp úr goymsluni

 

Henda myndin er úr krígnum í Miðeystri, men hon er ikki frá álopinum í dag á oljugoymslu í Oman

Í morgun frættist, at Iran væntandi fór at leypa á fleiri av londunum í Miðeystri, sum samstarva við USA ella Ísrael.

 

Nú veit Reuters at siga, at ein oljugoymsla í Oman, sum liggur við havnarlagið, er rakt av iranskum dronum.

 

Reuters vísir til eina sjónvarpsstøð í Oman og tryggingarfelagið, Ambrey, sum keldur til tíðindini.

 

Myndir av staðnum vísa eisini, at eldur er í einum oljutanga, og roykur stendur upp úr oljugoymsluni, skilst.

 

- Einki er í løtuni frætt um, at nakar hevur fingið løstir í iranska álopinum á oljugoymsluna, leggur Reuters aftrat.

 

 

 

Henda myndin er úr krígnum í Miðeystri, men hon er ikki frá álopinum í dag á oljugoymslu í Oman