Iran roynt framkoma rakett

Iranska verjan hevur roynt eina nýggja rakett, sum ber 300 kilometrar, og sambært verjumálaráðharranum, Ahmad Vahidi, eydnaðist royndin væl.

Ráðharrin sigur, at rakettin, sum hevur fingið heitið Fateh-110, er útgjørd við sera framkomnari leitiútgerð, og at hon kann brúkast til mál í Persaflógva og Omanvíkini. Tað merkir, at rakettin kann røkka eitt nú teirri amerikonsku herflotastøðini í Bahrein.

Iran hevur fyrr kunngjørt, at landið hevur roynt rakettir, sum bera meiri enn 1.000 kilometrar, men tað hava fleiri lond, teirra millum Russland, avsannað.