Kjarnorka
Árni Joensen
[email protected]
Fyrradagin gjørdu Týskland, Frakland og Bretland av at viðmæla trygdarráðnum hjá ST at umrøða, hvat skal gerast fyri at noyða Iran at gevast við sínari kjarnokruverkætlan. USA boðaði alt fyri eitt frá, at tað tekur undir við tilmælinum, og russiska stjórnin hevur eisini sagt seg taka undir við tí.
Men tað ávirkar eftir øllum at døma ikki stjórnina í Teheran.
Ger trygdarráðið av at viðgera okkara kjarnorkuverkætlan, fara vit at kvetta sambandið við kjarnorkueftirlitið IAEA, segði iranski uttanríkisráðharrin, Manouchehr Mottaaki, við sjónvarpsstøðina Khabar í morgun. Hann ávaraði tey evropeisku londini ímóti at taka nakað stig, sum kann forða Iran at samstarva við IAEA.
Við almennu iransku tíðindastovuna segði Mottaki, at stjórnin fer at halda ein lóg, sum tjóðartingið samtykti í november, og sum sigur, at landið skal kvetta sambandið við kjarnorkueftirlitið, um trygdarráðið hjá ST leggur seg út í kjarnorkuverkætlanina.
Fyrrverandi iranska stjórnin skrivaði undir eina semju við IAEA um eftirlit við landsins kjarnorkuútbúnaði, men tann nýggja tingið hevur sýtt fyri at steðfesta avtaluna. Tingið og stjórnin halda uppá, at landið ætlar einans at brúka kjarnorkuna til friðarlig endamál, men bæði Vesturheimurin og Russland stúra fyri, at Iran ætlar at útvea sær kjarnorkuvápn.