Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, sigur, at Iran er til reiðar at góðtaka ein sáttmála um at senda uran av landinum, um landið kann fáa brennievni til sína sivilu kjarnorkuverkætlan afturfyri. Við iranska sjónvarpið sigur forsetin, at Iran hevur ongar trupulleikar við at ganga við til ein tílíkan sáttmála, men at tað er ein treyt, at viðkomandi partar skriva undir. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Mike Hammer, sigur við AP, at hevur Iran broytt kós, fer USA at bíða eftir, at landið sigur Altjóða Kjarnorkustovninum IAEA frá.