Iran vil hjálpa Kofi Annan

Iran sigur seg nú vera til reiðar at hjálpa fyrrverandi ST-aðalskrivaranum Kofi Annan at loysa kreppuna í Sýrialandi, hóast landið ikki hevur fingið innbjóðing at koma á altjóða fundin í Genéve leygardagin um støðuna í Sýrialandi.

Tað er Kofi Annan, sum skipar fyri fundinum, og hann hevur boðið USA, Russlandi, Kina, Bretlandi, Fraklandi, ES, Turkalandi, Irak, Kuwait og Qatar á fundin. Miðeystur-serfrøðingar siga, at tað er neyðugt at hava Iran við í tilgongdini fyri at fáa frið í Sýrialandi, og talsmaðurin hjá Ban Ki-moon, ST-aðalskrivara, Martin Nesirky, segði í dag, at Kofi Annan vil hava Iran upp í friðartilgongdina. Men tað vilja USA, Fretland og Frakland ikki. Tey siga, at Iran hjálpir stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta.

Á fundinum leygardagin fer Kofi Annan at kunna londini um eina nýggja ætlan fyri Sýrialand. Eftir henni skal landið hava eina savningarstjórn við umboðum fyri núverandi stýrið og andstøðuna.