Iranskar rakettir eru á veg móti Ísrael í nátt

- Fyri løtu síðan eyðmerktu vit, at rakettir eru skotnar úr Iran og eru á veg móti Ísrael, sigur ísraelski herurin á Telegram

Myndin, sum er úr krígnum í Miðeystri, er tilvildarlig

Ísraelska loftverjan er aktiverað í nátt, tí ein bylgja av rakettum eru á veg úr Iran móti Ísrael.

 

Tað sigur ísraelski herurin (IDF) í nátt.

 

- Fyri løtu síðan eyðmerkti IDF, at rakettir eru skotnar úr Iran og eru nú á veg móti Ísrael.

 

Ísraelski herurin sigur, at loftverjan er aktiverað til tess at byrgja uppfyri iranska álopinum.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur ísraelska herin, ið hevur lagt ávaringina út á Telegram.

 

 

 

Myndin, sum er úr krígnum í Miðeystri, er tilvildarlig