Iranskt herskip ígjøgnum Suezveitina

Myndugleikarnir í Egyptalandi hava játtað Iran at senda eitt herskip ígjøgnum Suezveitina norður í Miðjarðarhavið. Upprunaliga vildu egyptar ikki lata skipið sleppa ígjøgnum veitina, tí Ísrael mótmælti. Men nú hava myndugleikarnir í Kairo broytt hugsan.

Ísraelska stjórnin segði í gjár, at iranska avgerðin at senda eitt herskip í Miðjarðarhavið er eitt øsandi tiltak. Egyptar svaraðu við at nokta skipinum at fara ígjøgnum Suezveitina, men seinni fekk skipið siglingarloyvi kortini, skrivar AFP.

Iransku myndugleikarnir hava boðað frá, at herskipið skal til Sýrialands, og at tað verður liggjandi har umleið eitt ár.

Hernaðarráðið, sum stýrir Egyptalandi nú, hevur sagt, at tað fer at halda friðarsáttmálan við Ísrael, men ísraelsmenn stúra fyri, at valdsskiftið í Kairo kortini fer at fáa avleiðingar fyri viðurskiftini landanna millum.