IRF endurnýtir pappírið

IRF fer fyrsta dagin undir at savna pappír frá húsarhaldinum, sum skal endurnýggjast. Nýggj høll til skiljing og pakking verður bygd við brennistøðina á Hagaleiti

 

Hagaleiti: Brúktar avísir og annað gott pappír skal nú aftur koma til heiður og æru. IRF fer undir eina royndarskipan, har brúkt pappír verður skilt frá øðrum húsarhaldsruski og endurnýtt.

Brennistøðirnar í Føroyum eru ov smáar, sigur Ingvard Fjallstein, sum tekur sær av verkætlanini um pappírsinnsavning hjá IRF. Tær klára stutt og greitt ikki at brenna alt burturkastið, sum kemur frá føroyingum. Støðin hjá IRF brennir eini 17.000 tons av ruski árliga. Men seinnu árini eru eini 3.000 tons latin Kommunalu Orku og Brennistøðini í Havn, tí støðin á Hagaleiti ikki kláraði at taka í móti øllum.

Tí var valið nú, um byggjast skuldi ein ovnur aftrat, ella farast skuldi undir eina endurvinningarverkætlan.

Tá hugsað verður um prísmunin, var valið ikki so torført, sigur Ingvard Fjallstein. Ovnurin hevði kostað einastaðni millum 150 og 200 milliónir krónur, meðan endurnýtsluskipanin kann fáast fyri einar 15 milliónir.

Stóri prísmunurin skuldi verið nóg góð grund til at valt ta loysnina, sum er endurvinning. Men eisini umhvørvisspurningurin vigar nógv í hesum máli. Meira pappír, brúkt verður, verri verður farið við skógunum.


Skilja pappírið

Aðalfundurin hjá IRF gjørdi av at fara undir eina endurvinningarskipan, sum í fyrsta umfari fer at umfata pappír.

Ein høll verður bygd beint heiman fyri brennistøðina á Hagaleiti, har pappírið verður savnað og skilt. Ein pressa verður keypt, sum fer at pressa tað saman í bunti, sum síðan verða send av landinum til endurvinning í pappírsídnaðinum.

Tað hevur eisini leingi verið góður siður í londunum rundan um okkum at endurnýta burturkastið. Serliga hevur talan verið um trý sløg av endurnýtslu. Jarn, pappír og orku.

Jarni og teimum vørum, sum úr tí eru gjørdar, hava vit longu í eina tíð fingið nyttu burtur úr aftur. Til dømis gomlum bilum og køliskápum, sum eru pressað saman og send av landinum sum gamalt jarn.

Orkuni hava vit fingið alt ov lítið burturúr. Hjá IRF er hon at kalla farin púra fyri einki. Eitt virkið varð bygt við síðuna av brennistøðini við júst tí fyri eyga at brúka hitan frá støðini. Men har er lítið virksemi í løtuni.

Og pappírið fer bara í ovnin og síðan beint upp í luftina. Tað er óneyðugt, tí tað kann fáast væl av nyttu úr endurnýttum pappíri.

Tí er tað, sigur Ingvard Fjallstein, at IRF nú hevur gjørt avtalu við eina kommunu um at verða royndarkommuna í eini ætlan við at savna inn og skilja brúkt pappír.

Ætlanin er, at hvørt húsarhald í kommununi fær ein ruskposa eyka, sum bara skal vera til reint pappír. Tað vil siga slíkt, sum ikki hevur verið í samband við mat.

Hugsað verður her um avísir, pappeskjur, kanska ein cornflakes pakka og tílíkt. Eggjabakkar og mjólkarpakkar kunnu ikki brúkast. Mjólkarpakkin er viðgjørdur, so har er ikki reint pappír, og í eggjabakkanum kann okkurt brotið egg hava verið, sum hevur dálkað so ikki ber til at kalla tað reint pappír. Eisini er valt bara at skilja eggjabakkar og tílíkt frá, so fólk sleppa undan at skulu taka støðu í hvørjum eisntøkum føri, um nú júst hesin bakkin er nóg reinur til at brúka aftur.

Posarnir verða so tiknir eftir ávísari skipan. Tríggjar vikur á rað verður vanligi posin tikin, tá ruskbilurin kemur. Ta fjórðu vikuna verður bara posin við pappírinum tikin. Hin verður tá standandi eina viku eyka. Tá posin við pappírinum skal takast, verður heitt á fólk um at seta hann við síðuna av hinum posanum, sum er frammanundan. neyðugt verður ikki hjá fólki at fáa sær nýtt stativ, tí talan er um reint burturkast, bløð og annað, sum annars liggur í stovuni, og sum væl kann standa inni onkustaðni, til tað verður heintað.

Sjálvandi heldur onkur so, at tá verður hann nakað fullur. Til tað sigur Ingvard Fjallastein, at so noyðast fólk bara at hugsa seg betri um, tá tey koyra í posan. Tey sleppa jú frá øllum pappírinum. Avísum, vikubløðum, reklamum og øllum tí, sum fyllir nógv. Og tað, sum má í posan, sum nú mjólkarpakkarnir, kunnu trýstast so mikið saman, at teir ikki fylla so nógv.


Bingjuplássini

Verður ov nógv í posanum kortini, verður so neyðugt at fara á bingjuplássið á staðnum við tí, sum ikki rúmast í posanum. Á bingjuplásunum fara eisini pappírsbingjur at standa í framtíðini, sigur Ingvard Fjallstein.

Hann sigur, at IRF nakað skjótt fer at senda eitt hefti við frágreiðing um nýggju skipanina í hvørt hús. Har verður millum annað greinað sundur, hvussu tað ymiska burturkastið verður bólkað. Og hann leggur aftrat, at hetta heftið skal ikki koyrast í ruskposan. Tað er sera hent at hava liggjandi.

Og júst bingjuplássini hevur verið tosað nakað væl um, sigur Ingvard Fjallastein á IRF. Upprunaliga ætlanin var, at bingjuplássini skuldu vera opin ávísar tíðir, og fólk skuldi so vera har og vegleiða teimum, sum komu við ruski, hvar tey skuldu koyra tað ymiska ruskið, tey komu við. Hendan ætlanin er líkasum við at detta burtur. Vanligt er nú, at plássini eru opin alla tíðina, og fólk koma og fara, sum til ber. Tað riggar flesta staðni hampiliga væl eisini, men ikki altíð nóg væl. Tað kemur meira enn so fyri, at vembur og annað slíkt liggur í jarnbingjunum millum køliskáp og bilfelgur, og tað er ikki selriga hugaligt hjá teimum, sum skulu tøma bingjurnar aftur.

Ein ætlan um møguliga umlegging av skipanini við bingjuplássunum hevur verið umrødd, sigur Ingvard Fjallstein. Talan hevur verið um møguliga at skipa færri, nógv størri bingjupláss, har fólk altíð er, meðan opið er. Okkurt uppskot er gjørt, men einki er avgjørt kortini.

Heilt eiðasørt við skiljing hevur ikki verið kortini, sigur Ingvard Fjallstein. Sovorðiðt rusk, sum krevur heilt nógva brenniorku, hava teir skilt frá eina tíð. Til dømis bildekk, trol og trolrestir umframt stóru fóður-, salt- og sementsekkirnar. Hetta verður alt, sum er, sent av landinum aftur til endurvining.

Rusk er ikki longur bara rusk. Rusk er ein rávøra, sum onnur vøra, sum til dømis hiti, kann fáast burturúr.