Írland framdi eitt undur í Ungarn - Portugal vann seg trygt til HM

Troy Parrott er við hattricki tjóðarhetja í Írlandi

Mynd: Ritzau Scanpix

Írland hevur framt tað ógjørliga í HM-undanbólki F.

 

Farna hóskvøld vunnu teir á heimavølli 2-0 á greiða oddaliðnum, Portugal, og í kvøld framdu teir enn eitt bragd. Írland var á útivølli á Puskas leikvøllinum í Budapest. Teir vóru aftanfyri 1-2 móti Ungarn, men kravið var sigur. Við tveimum málum seinastu 10 minuttirnar vendi Írland 1-2 til ein 3-2 sigur, og nú er tað Írland og ikki Ungarn, ið skal spæla Play Off dystir um at sleppa til HM-endaspælið í USA, Meksiko og Kanada.

 

Troy Parrott er tjóðarhetja í Írlandi. Hann skoraði hattrick í dag, og hóskvøldið skoraði hann bæði málini í dystinum móti Portugal. Íslendski landsliðsvenjarin hjá Írlandi, Heimir Hallgrímsson hevur eisini fingið góða endurreisn aftaná at hava verið meira ella minni niðurgjørdur í írsku miðlunum. Men tannlæknin úr Vestmannaoyggjunum er komin sterkt aftur.

 

Portugal vann bólk F og harvið beinleiðis HM-atgongumerkið í stórum stíli. Teir vunnu í dag stórsigur 9-1 á Armenia á Dragao leikvøllinum í Porto. Og hendan risasigurin megnaðu teir uttan Cristiano Ronaldo, ið hevði leikbann. Longu í steðginum var støðan 5-1. 

 

Portugal vann bólkin við 13 stigum, og Írland endaði á øðrum plássinum við 10 stigum. Ungarn endaði á átta stigum, og Armenia endaði aftast við trimum stigum. 

 

Ungarn-Írland 2-3 (2-1)

1-0 Daniel Lukacs ('3 )

1-1 Troy Parrott, br. ('15 )

2-1 Barnabas Varga ('37 )

2-2 Troy Parrott ('80 )

2-3 Troy Parrott ('90 )

 

Portugal-Armenia 9-1 (5-1)

1-0 Renato Veiga ('7 )

1-1 Eduard Spertsyan ('18 )

2-1 Goncalo Ramos ('28 )

3-1 Joao Neves ('30 )

4-1 Joao Neves ('41 )

5-1 Bruno Fernandes, br. ('45 )

6-1 Bruno Fernandes ('52 )

7-1 Bruno Fernandes, br. ('72 )

8-1 Joao Neves ('81 )

9-1 Francisco Conceicao ('90 )

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix