Harumaður funnin lívleysur í haganum

Løgreglan kannar nú, hvørjar umstøðurnar vóru, tá ein maður, sum var einsamallur á haruveiði í gjár, læt lív

 

Myndin er tilvildarlig

Í gjárkvøldið varð leiting sett í verk eftir einum tilkomnum manni, sum einsamallur var farin at skjóta harur í haganum á Signabø.

 

Maðurin var ikki komin aftur, tá klokkan nærkaðist 21, og tá hevði tað longu verið myrkt í nakrar tímar.

 

- Vit fingu eina fráboðan beint fyri klokkan 21 um, at maðurin ikki var komin aftur úr haganum. Stór leiting varð sett í verk, bæði við fólki, hundum, báti og tyrlu. 

 

Vakteiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at beint fyri klokkan 03.30 í nátt eydnaðist tað hundunum hjá løgregluni at finna saknaða mannin.

 

Tá var maðurin lívleysur.

 

- Vit fingu sera góða hjálp frá staðkendum fólki, sum vóru við í leitingini. Hetta hevði velduga stóran týdning í myrkrinum, sigur vaktleiðarin.

 

Lagt verður aftrat, at maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrluni, men á Landssjúkrahúsinum varð hann tíverri staðfestur deyður.

 

- Maðurin var ikki ókunnugur í haganum, og hetta var í ytsta parti av Signabø, og sum vit hava skilt, var hann heldur ikki ókunnugur við haruveiði. 

 

Løgreglan sigur, at nú verður kannað, hvørjar umstøðurnar kring hendingina eru, og hví hesin harutúrur endaði so vanlukkuliga.

 

- Vit vilja takka øllum, sum tóku lut í leitingini, og tað hevði serliga stóran týdning, at vit høvdu staðkend fólk við okkum í nátt, sigur vaktleiðarin.

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er tilvildarlig