Í dag hevur Fólkaflokkurin landsfund.
Í tíðindaskrivi skrivar flokkurin, at har verða góðar røður, góður matur, góð samvera og mangt, mangt annað á skránni á Landsfundinum hjá Fólkaflokkinum.
– Fundurin verður hildin í Skálanum í Klaksvík leygardagin 15. novembur kl. 13:00, og øll eru vælkomin, skrivar flokkurin.
Fólkaflokkurin er andstøðuflokkur, og tað hevur hann verið síðani seinasta val, tá samgonga varð skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Hóast tað gekk rættiliga illa hjá Fólkaflokkinum á seinasta vali, so hava veljarakanningar síðani tá verið sera blíðar við Fólkaflokkin, sum sambært fleiri kanningum stendur til at vinna stórt. Tað merkir uttan iva, at flokkurin er á veg aftur í Tinganes, og góður møguleiki er fyri, at formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen, fer at loysa farbróðirin Aksel V. Johannesen av sum løgmaður eftir eitt komandi val. Skal tað ikki henda, so skal nógv broytast við undirtøkuni hjá serliga Javnaðarflokkinum, áðrenn val verður útskrivað.
Aksel V. Johannesen hevur boðað frá, at hann ikki ætlar at halda løgtingsval 8. desember, tí desemer er ikki góður mánaður til at halda val. Tað órógvar serliga fíggjarlógararbeiði. Gamalt var, at løgtingsval varð hildið 8. november – føðingardagin hjá løgmanni – men tað var eisini hildið óheppið.
Tí kunnu vit rokna við, at løgmaður fer at skriva út val á ólavsøku, tá hann hevur hilldið ólavsøkufrágreiðing løgmans, tí tað verður í øllum førum valstríð í tíðarskeiðnum frá ólavsøku til løgtingsvalið. Men tað veldst sjálvandi um so nógv, eitt nú, hvussu tað gongur hjá samgonguni at fáa mál síni samtykt. Vit skulu í øllum førum rokna við, at løgtingsval verður innan næstu 10 mánaðirnar – og tað, saman við blíðu veljarakanningunum hjá Fólkaflokkinum, fer helst at merkja landsfundin í Klaksvík í dag.











