Seinnapartin klokkan 17 verður toppdystur, og samstundis føroyingauppgerð í týsku bundesliguni.
Í Max Schmelling høllini í Berlin taka Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel.
Kiel er triðfremst í deildini við 18 stigum, og Füchse Berlin er nummar fýra við 16 stigum.
Til ber hjá hondbóltsáhugaðum at síggja dystin. Danska rásin, TV3 Max vísir dystin, og til ber at stroyma dystin á Viaplay.











