Eitt tað besta, sum tíggju ára gamli norski drongurin, Theodor Svendsen Andersen úr Steigen, dámar, er at gera fiskitúrar saman við abba sínum.
- Theodor hevur verið við á báti, síðan hann var heilt lítil. Nú fiskar hann bæði síl í ánni og kalva á havinum, sigur abbin, Roger Andersen.
Í heyst gjørdist hin eini av túrunum hjá hinum tíggju ára gamla og abbanum heilt serstakur og óvanligur.
Tá teir vóru úti og drógu gørn í 16-fót stóra - ella lítla - bátinum, føldu teir eitt ógvusligt nipp í garninum.
- Theodor var í hopla. Tá vit sóu høvdið á kalvanum, rópti hann: "Hygg, hatta stóra høvdið!". Vit stúrdu næstan fyri, at báturin ikki fór at bera kalvan, sigur abbin brosandi.
Roger Andersen hevur fiskað alt lívið, og heystfiskiskapur eftir kalva er ein siðvenja, har hann á hvørjum heysti setir nøkur gørn út fyri Stamsund - ofta við abbabørnunum í lítla bátinum.
- Tað er sjáldan, at vit fáa ein so stóran kalva. Hesin vigaði um 200 pund, og tað er tað mesta, eg kann taka upp í bátin, sigur hann.
##med2##
Dagurin hesaferð, tá hin tíggju ára gamli og abbin fingu stóra kalvan, gjørdist ein bardagi móti veðrinum, aldunum og stóra fonginum.
- Tað var nakað av aldu í sjónum henda dagin, og vit stríddust við at fáa kalvan inn í bátin. Vit brúktu bæði tog og krók.
Roger Andersen sigur, at teir henda dagin noyddust at fáa ein krana til at lyfta kalvan upp úr aftur bátinum og upp á land.
Abbin heldur, at minnini ein slíkan túr eru týdningarmiklari enn tað, teir fingu fyri kalvan:
- Theodor tosaði um henda túrin og kalvan í fleiri dagar. Hann er ógvuliga errin, og tað hevur hann alla orsøk til at vera, heldur Roger Andersen.
Hjá abbanum snýr ein slíkur túrur saman abbabørnum seg um meira enn bara sjálva veiðina.
- Tað er fantastiskt, at tey hava hug at vera við, og eg haldi tað vera týdningarmikið, at børnini læra gamlar siðvenjur, sigur hann við tv2.no.












