Challenge Cup: Mjølnir beit væl frá sær í triðja setti

Mjølnir tapti fyrra dystin í Challenge Cup

Mansliðið hjá Mjølni spældi mikukvøldið fyrra dystin í Challenge Cup.

 

Dysturin var leiktur á útivølli móti niðurlendska liðnum, Sliedrecht Sport.

 

Sliedrecht livdi upp til stóru favorittstøðuna teir høvdu undan dystinum, og teir vunnu dystin 3-0. Mjølnir beit tú væl frá sær í triðja settinum.

 

Settmunurin var 25-16, 25-18 og 25-22.

 

Mikukvøldið 19. november spæla liðini returdystin í Badmintonhøllini í Klaksvík.