Hesi tøl liggja ikki úti, men Fólkaflokkurin tekur lutfalsliga mest frá smáu flokkunum Miðflokkinum, Sjálvstýri og Framsókn, men tekur eisini heilt nógv frá hinum stóru flokkunum, enntá andstøðufelagnum Sambandsflokkinum. Tað mesta, ið Sambandsflokkurin dregur inn í bakborði frá Javnaðarflokkinum missir hann í stýriborði til Fólkaflokkin.
Lutfalsliga er størsta tilgongdin tó frá Miðflokkinum, og tað hevur uttan iva at gera við, at Bill Justinussen hevur skift flokk, og dregur veljarar við sær. Hinvegin tykist sum Miðflokkurin fær eitt sindur frá Sambandsflokkinum, allarhelst atkvøður hjá Sámali Hanna Lognberg. Men harumframt er størsta tilgongdin hjá Fólkaflokkinum frá fyrstuferðveljarum. Her er eisini áhugavert at kaga í talvuna frá Kringvarpinum, ið vísir at Fólkaflokkurin er nógv størsti flokkur millum veljarar 18-44 ár. Hann er meiri enn tvífalt so stórur sum Sambandsflokkurin á øðrum plássi (40%:18%). (Sjálvandi er ein statistisk óvissa, sum sæst niðast í talvuni). Eisini millum eldri veljarar 45-80 ár er Fólkaflokkurin nógv størstur - heili tíggju prosentstig framman fyri Sambandsflokkin. Men niðurstøðan er tó, at tað serliga eru tey ungu, ið høvdu givið Fólkaflokkinum eitt kanónval, um val var í dag. Tað hevur ivaleyst nakað at gera við, at Fólkaflokkurin hevur nógv hin yngsta floksformannin.
Ímeðan Fólkaflokkurin talar til tey ungu, er áhugavert at síggja, at Tjóðveldi als ikki hevur so dygga undirtøku millum ung, sum man kundi trúð. Unga Tjóðveldi er annars hitt mest larmandi politiska ungmannafelagið av øllum. Tjóðveldi hevur sambært hesi løtumynd næstan líka stóra slagsíðu móti teimum eldru sum Sambandsflokkurin - tað er nakað nýtt!
Hinvegin fær Fólkaflokkurin munandi størri undirtøku frá mannfólkum enn konufólkum. Eyknevnið “Mannfólkaflokkurin” kemur ikki av ongum. Heili 43% av mannfólkum siga seg vilja atkvøða fyri Fólkaflokkinum, eitt nærum óhoyrt høgt tal. Einans Sjálvstýri tykist hava størri mannfólkaslagsíðu enn Fólkaflokkurin. Fólkaflokkurin er eisini størstur millum konufólk - við 27 prosentum. At Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava fleiri kvinnuligar enn manligar veljarar, er ikki óvæntað, men at flokkurin við størstari kvinnuligari slagsíðu nú er Sambandsflokkurin, er sera óvæntað - og hesi tølini eru sera jøvn við umskarandi óvissu. Fólkaflokkurin hevur drigið heilt nógvar mannligar sambandsveljarar til sín í seinastuni, men nakað færri kvinnuligar.
Størsta slagsíðan í kanningini er tó millum høvuðsstað og land. Í Tórshavnar kommunu er Fólkaflokkurin einans á einum triðja plássi, tó við einum vøkstri á 9 prosentstig. Kring landið fær Fólkaflokkurin hinvegin heili 47% av atkvøðunum - ein vøkstur á 22 prosentstig. Samstundis fáa stóru samgonguflokkarnir einans 11% í part kring landið. Fólkaflokkurin má sigast at vera ein flokkur fyri breiðu fjøldina, ímeðan vinstravendu flokkarnir tykjast hava forskansað seg í fílabeinstorninum. Hetta minnir ikki sørt um stóra populistiska rákið í Europa og Vesturheiminum í løtuni, har veljarar gera uppreistur ímóti “elituflokkunum”, ið mest geva høvuðsstaðnum gætur. Bæði Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru “høvuðsstaðarflokkar”, ímeðan Fólkaflokkurin og Sjálvstýri í stóran mun eru “landsflokkar”. Sambandsflokurin og Miðflokkurin eru blandaðir høvuðsstaðar- og landsflokkar.
Sjálvstýri sær tó als ikki út til at sleppa á ting, og sambært veljarakanningini vísir tað seg enntá, at tað nærum bert eru menn kring landið, ið velja flokkin, ímeðan heilt fáar kvinnur og heilt fá í Tórshavnar kommunu høvdu valt Sjálvstýri. Tað er ov tunt soð. Hóast ein tílík veljarakanning er rættiliga óviss í mun til ein so lítlan flokk, er hetta ein vátur vøttur hjá Sjálvstýri, ið nú má taka seg um reiggj, um hann vil inn aftur á ting. Nýggjárslyftið hjá Sámali Petur í Grund er: “Eg fari at gera mítt besta”. Tíverri bendir einki á, at tað er nóg gott.
Fólkaflokkurin stendur hinvegin til at gerast stóri vinnarin, tí hóast hann stendur óvanliga sterkur kring landið, stendur hann aftur rættiliga sterkur í høvuðsstaðnum.
##med2##












