Írland hevur fingið yngsta forsætisráðharra nakrantíð

Í dag er 37 ára gamli, Simon Harris, valdur til nýggjan forsætisráðharra í Írlandi.

Hetta er hent eftir, at Leo Varadkar brádliga legði frá sær.

 

Simon Harris er yngsti forsætisráðharri í Írlandi nakrantíð. Hann hevur áður verið heilsumálaráðharri og ráðharri fyri hægri útbúgvingum.

 

Tað var eisini Simon Harris, sum stýrdi Írlandi gjøgnum koronu-farsóttina.

 

Hann varð valdur til leiðara fyri stjórnarflokkin, Fine Gael, fyri einum mánaði síðan, tá Leo Varadkar legði frá sær.

 

Simon Harris varð valdur til forsætisráðharra við stuðli frá stjórnarflokkinum, Fianna Gael, Teimum Grønu og óheftum stjórnarlimum.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.