IS er framvegis ein hóttan, sigur ST. Stovnurin metur, at tað framvegis eru eini 30.000 limir í IS eftir í Sýria og Irak, og at heimsumfevnandi netverkið hjá felagsskapinum framvegis er ein vaksandi hóttan. Av teimum eru túsundtals útlendingar, sum stríðast fyri IS í Sýria og Irak.
Í eini nýggjari frágreiðing, sum tíðindastovan AP endurgevur, skrivar ST, at tað er sannlíkt, at ein loynilig útgáva av IS fer at yvirliva, hóast felagsskapurin er nógv niðurbardur bæði í Sýria og Irak. Hetta fer at bera til, tí at IS framvegis hevur stóran stuðul í Afganistan, Libýa, landsynningsasia og vesturafrika.
Tað eru serføðingar, sum halda eyga við IS og al-Qaeda, sum hava skrivað eina frágreiðing til trygdarráðið hjá ST.
Tá IS var upp á sítt størsta og sterkasta, stýrdi tað einum øki úr Aleppo í Sýria til norðan fyri Bagdad í Irak. Seinastu árini hava altjóða herdeildir tikið stór øki frá felagsskapinum, og tí væntar ST, at felagsskapurin aftur fer at broyta skap, frá einum sjálvútnevndum kalifati til eitt yvirgangsnetverk.
Frágreiðingin vil eisini vera við, at netverkið hjá al-Qaeda livir væl. Í støðum sum Somalia, Jemen, suðurasia og Sahel-økinum í Afrika (t.e. beint sunnan fyri Sahara), hevur al-Qaeda størri stuðul enn IS, skriva serfrøðingarnir í frágreiðingini, sambært AP.