IS terroristurin: Fýra ár í fongsul

Dømdi terroristurin, sum er føddur í Føroyum, hevur júst nú fingið dóm.

Maðurin, sum er føddur í Føroyum og hevur føroyska mammu, hevur nú fingið dóm. Hann skal fýra ár í fongsul. 26 ára gamli maðurin varð í gjár funnin sekur í at hava ferðast til Syria í 2013, at hava meldað seg upp í IS og at hava luttikið í terror venjingum. 

 

 

Les eisini: Dømdur IS terroristur føddur í Føroyum 

 

 

Í dag varð hann so dømdur í rættinum í Frederiksberg. Og rætturin sigur, at hann skal fýra ár í fongsul. Hann verður somuleiðis ikki burturvístur úr Danmark og sleppur framvegis at hava sín ríkisborgararætt í Danmark. Tað er annars í móti tí, sum ákærin bað um. Tað er í gjár, at maðurin varð funnin sekur í at meldað seg upp í ekstremistiska terrorfelagsskapin IS í Syria. Hann var fimm mánaðir í Syria í 2013. 

 

 

Les eisini: Sakførari: Mamma terrordøma er føroysk

 

 

/ritzau/