Isafold fingið um skrúvuna

Tjaldrið kom fyrrapartin mikudagin á Vág við Isafold, ið hevur fingið um skrúvuna

Fyrrapartin mikudagin kom vaktarskipið Tjaldrið á Vág við Isafold . Isafold hevði fingið trolið um skrúvuna. Isafold er heimahoyrandi í Hirtshals og sum skilst eru onkrir føroyingar við skipinum.
Froskmenn av Tjaldrinum arbeiddu í gjár við at skera trolið av skrúvuni og arbeiðið heldur fram í dag.