ÍSB leingir samstarvið við høvuðsstuðul

Samstarvið tryggjar fólki við breki javnbjóðis møguleikar innan ítrótt.

Ítróttarsambandið fyri brekað boðar í dag frá, at ÍSB hevur undirskrivað eina nýggja samstarvsavtalu við Skemmuna, ið verður nýggjur høvuðsstuðul hjá ítróttasambandinum.


- Nevndin í ÍSB fegnast um, og er takksom fyri at Skemman framhaldandi vil verða við at tryggja hetta arbeiði, skrivar ÍSB í tíðindaskrivi í dag.


Tað vóru Egge Jensen, umboðandi ÍSB, og Dan Hansen, umboðandi Skemmuna, ið undirskrivaðu avtaluna í gjár. Avtalan hevur við sær, at Skemman verður ein av høvuðsstuðlunum hjá ÍSB í 2016 og 2017.


Talan er ikki um ein nýggjan stuðul, tí Skemman hevur verið ein av høvuðsstuðlunum hjá ÍSB síðani 2004. ÍSB skrivar í tíðindaskrivinum at avtalan við Skemmuna hevur verið ein av grundsúlunum undir virkseminum at tryggja fólki við breki javnbjóðis møguleikar innan ítrótt.