Sambært íslendsku stjórnini vil Ísland ikki góðtaka makrelsemjuna millum ES, Noreg og Føroyar, tí hon ger, at veiðan verður nógv størri enn tilmælið frá fiskifrøðini.
Men íslendski fiskifrøðingurin Jón Kjartansson heldur ikki, at hetta er allur sannleikin. Hann sigur við Morgunblaðið, at íslendingar hava leingi verið samdir við norðmonnum um at avmarka makrelstovnin, tí tann nógvi makrelurin ger, at ov lítið er av føði til eitt nú sild og laks.
-Í fleiri ár hava menn tosað um, at tað er neyðugt at fiski meiri makrel, tí hann etur so nógv her hjá okkum, og at tað er nógv meiri makrelur, enn menn hava hildið. Tí skilji eg ikki kúvendingina, sum vit nú hava sæð, sigur Jón Kjartansson við blaðið.
Hann heldur, at okkurt politiskt liggur aftanfyri, nú íslendingar ikki vilja taka undir við at fiska meiri, men heldur leggja dent á burðardyggan fiskiskap.