Í einum ógvuliga spennandi dysti í dag í Aalborg leiktu Ísland og Ungarn javnt 27-27.
Dysturin byrjaði javnt, og liðini fylgdust fram til 4-4. Men so dró Ungarn frá, og kom upp á 8-4, uttan at Ísland megnaði at svara aftur.
Men Ísland kom aftur mitt í hálvleikinum, og eftir 20 minuttir stóð 9-10 til Ungarn.
Eftir at tað gekk javnt á eina løtu, dró Ungarn aftur frá, og kom upp á 16-13, men so fekk Ungarn sína fjórðu útvísing móti endaðu av fyrra hálvleiki, og tað loyvdi Íslandi at koma upp á 15-16, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki kom Ísland aftur fyri seg og vann seg fram um 19-17, við góðari verju, har málverjin, Aron Rafn Eðvarðsson, stóð rættiliga væl.
Liðini fylgdust so nøkurlunda fram til 23-23, og tá 50 minuttir vóru farnir, kom Ungarn so fram um aftur 24-23.
Seinastu minuttirnar var ógvuliga spennandi,tá Ísland kom framum 27-26, men við 10 sekundum eydnaðist Ungarn at javna, hóast teir leiktu seks móti sjey.
í hinum dystinum endaði eisini javnt:
Makedonien-Tjekkíið 24-24