Ísland: Paul Watson-skipið vil ikki upplýsa hvar tað er

Skipið Bandero, sum hoyrir til felagsskapin hjá hvalaveiðimótstøðumanninum Paul Watson, hevur ikki viljað upplýst íslendsku Landhelgisgæsluni, hvar tað er statt.

Skipið Bandero hjá felagsskapinum hjá Paul Watson hevur ikki upplýst íslendsku Landhelgisgæsluni, hvar tað er statt, skrivar Vísir.

Tað skrivar íslendska blaðið Vísir.

Bandero sigldi inn í íslendska búskaparøkið í gjár, og eitt flogfar hjá Landhelgisgæsluni eygleiddi skipið langt sunnan fyri Ísland.

Sambært upplýsingafulltrúanum hjá Landhelgisgæsluni, Ásgeiri Erlendssyni, hevur manningin ikki svarað umbønini um at upplýsa staðsetingina. AIS-skipanin, sum vísir, hvar skip eru, er sløkt, og manningin hevur sagt, at skipanin er í ólagi.

Landhelgisgæslan vísir á, at hóast íslendska búskaparøkið er altjóða havøki, hava skip skyldu at fylgja boðum frá Landhelgisgæsluni.

Formaðurin í felagnum Hvalavinir, Valgerður Árnadóttir, sigur við Vísir, at hon er stúrin um, at skipið er komið til Íslands. Hon leggur dent á, at Hvalavinir taka frástøðu frá teimum arbeiðsháttum, sum Paul Watson hevur boðað frá.

Hon sipar millum annað til úttalilsir um, at Watson ætlar at halda fram við átøkum, sum hann byrjaði í 1986, tá skip vórðu søkt í Reykjavíkar havn.

– Vit eru friðarligur felagsskapur og høvdu ongantíð brúkt slík tiltøk ella hóttanir, sigur Valgerður Árnadóttir.

Hon óttast eisini, at álvarsligar støður kunnu taka seg upp, um skipið hjá Paul Watson kemur nær hvalaveiðiskipunum undir veiðuni.

Í mars var eitt skip hjá Paul Watson-felagsskapinum eisini uppi í einum samanstoyti við eitt norskt skip nær Suðurpólinum, skrivar Vísir.

 

Skipið Bandero hjá felagsskapinum hjá Paul Watson hevur ikki upplýst íslendsku Landhelgisgæsluni, hvar tað er statt, skrivar Vísir.