Fyrsta ferðin var av Havnini í gjár, og seinasta fráferðin í ár verður av Seydisfirði tann 29. oktober.
Hendan fyrsta túrin vóru 301 ferðafólk og 57 akfør við Norrønu. Íslendska ríkisútvarpið veit at siga, at tey flestu ferðafólkini vóru danir, sum vóru komnir at hyggja seg um, og at teir skuldu avstað aftur við Norrønu í annaðkvøld.
Í vetur kom fram, at Smyril Line kannar møguleikarnar fyri at lata Norrønu sigla brúka eina aðra íslendska havn enn Seydisfjørðin. Ein møguleiki er Eskifjørður, men enn er málið á kanningarstøði.