Íslendingar hava keypt meirilutan í Vónini

Hampiðjan boðar frá í morgun, at felagið hevur keypt meirilutan í P/F Von.


Í viðmerking sigur stjórin í Hampiðjuni, Hjørtur Erlendsson:


- Tað gleðir okkum at P/F Von og Hampiðjan nú fara at arbeiða enn nærri saman. P/F Von er eitt felag, sum vit hava havt størstu virðing fyri. Leiðslan í P/F Von hevur eisini víst dugnaskap. Tað eru ongar ætlanir um at skifta kós ella at gera broytingar í leiðsluni, og vit taka av fullum huga undir við ætlaðu íløgunum í m.a. Fuglafirði og Klakksvík.


Hampiðjan hevur sterkar menningardeildir í Íslandi og Litava, og situr í dag við mongum týdningarmiklum patentum uppá fiskireiðskap og togverk.


Hesar fyrimunir fer P/F Von nú at kunna nýta sum sínar egnu. Og fer eisini – í tann mun, hon vil – at gera sær dælt av teimum mongu deildunum hjá Hampiðjuni kring heimin.


Hetta fer uttan iva at styrkja marknaðarstøðuna hjá P/F Von.


P/F Von fer eisini at kunna gagnnýta stóru tog- og netaverksmiðjuna hjá Hampiðjuni í Litava.


Hjalmar Petersen, stjóri á P/F Von sigur, at Von og Hampiðjan hava leingi sæð, at hesi bæði feløgini kunnu fáa gagn av einum størri samarbeiði:


- Við hesum partabrævahandlinum fáa vit nú eina neyvari samvinnu. Hetta fer at lata upp nýggjar marknaðir, og fer at geva okkum skjótari vørumenning.


Sum gongdin er í fleiri vinnum, er eisini í hesari vinnuni talan um alsamt størri eindir, har feløg leggja saman og keypa upp, fyri at kunna standa seg betri í kappingini. Við at sameina hesi bæði feløgini, sum eru millum tey sterkastu í Norðuratlantshavi, fer hetta at betra um kappingarføri og tænastuna móti kundunum.