Íslendingar í hópatali stuðla Føroya Bjór

Nógvir íslendingar hava gjørt eitt megnar samhuga-innkeyp, og hava keypt Føroya Bjór gull í stórum tali

Stóra íslendska blaðið, Morgunblaðið hevur í dag eina samrøðu við marknaðarleiðaran hjá Føroya Bjór, Soph­us Dahl Christian­sen, sum greiðir frá, at Føroya Bjór gull ølin er útseld á nógvum deildum hjá íslendsku einkarsøluni. Hetta stóra sølu-"boomið" er hent aftaná, at Ölgerðin vísti harðligan og ósiðiligan atburð og hugburð ímóti Føroya Bjór. 

 

Sofus greiðir frá í Morgunblaðnum, at nógvir íslendingar hava skrivað til Føroya Bjór, og boðað frá, at teir stuðla Føroya Bjór í málinum ímóti Ölgerðin, sum pástendur at hava einkarrætt uppá navnið "Gull" í Íslandi, hóast Føroya Bjór Gull er fleiri ár eldri enn "Egils Gull". 

 

Sofus slær fast yvirfyri Morgunblaðnum, at tey hjá Føroya Bjór eru sera takksom fyri tann stuðulin, sum tey hava fingið í Íslandi, og stuðulin er eitt dømi um tey sterku bond, sum eru millum Føroyar og Ísland.