Íslendingar taptu tepurt fyri Týsklandi í Hannover

Íslendingar hava leikt seinasta venjingardystin undan HM-endaspælinum í Pólandi og í Svøríki

Fyrr í dag leikti íslendska manslandsliðið í hondbólti seinasta venjingardystin undan HM-endaspælinum, ið verður í Pólandi og í Svøríki, dagarnar 11. til 29. januar.

 

Íslendingar taptu í dag 31-33 fyri Týsklandi í Hannover. Ígjár vunnu íslendingar 31-30 (14-18) á Týsklandi í Bremen. Stóri týski miðilin, Kicker fegnast um sigurin á íslendingum, og skrivar, at sigurin fer at geva týskarunum sjálvsálit undan HM-endaspælinum. Týskarar vóru aftur í dag greitt betra liðið í fyrra hálvleiki, men hesaferð eydnaðist tað týskarunum at halda tørn í seinna hálvleiki. 

 

Týskland-Ísland 33-31 (19-14)

 

Ísland: Sigvaldi Björn Guðjónsson 8, Viggó Kristjánsson 8/3, Gísli Þorgeir Kristjánsson 5, Elvar Örn Jónsson 3, Kristján Örn Kristjánsson 2, Arnar Freyr Arnarsson 1, Bjarki Már Elísson 1, Elliði Snær Viðarsson 1, Janus Daði Smárason 1, Ýmir Örn Gíslason 1.

Bjargingar: Viktor Gísli Hallgrímsson 10/1, Björgvin Páll Gústavsson 2.

Týskland: Juri Knorr 13/8, Julian Köster 5, Kai Häfner 3, Jannik Kohlbacher 3, Johannes Golla 3, Patrick Groetzki 2, Christoph Steinert 2, Philipp Weber 1, Luka Mertens 1.

Bjargingar: Andreas Wolff 15/1, Joel Birlehm 3/1.

 

Skráin í HM-bólkinum hjá Íslandi: 

 

12. januar:
Ungarn – Suðurkorea, kl. 17.
Ísland – Portugal, kl. 19.30.
14. januar:
Portugal – Suðurkorea, kl. 17.
Ísland – Ungarn, kl. 19.30.
16. januar:
Suðurkorea – Ísland, kl. 17.
Portugal – Ungarn, kl. 19.30.