Tvey íslendsk svartkjaftaskip hava síðstu tveir dagarnar ligið við bryggju í Vági.
Orsøkin er ringa veðrið, ið hevur fingið fiskiflotan til lands, og millum skipini, ið vóru stødd undir Føroyum, tá ódnarveður herjaði fyrr í vikuni, vóru hesi bæði íslendsku skipini.
Talan er um skipini Jón Kjartansson og Hoffel.