Dugnaligi og royndi málverjin hjá íslendska hondbóltslandsliðnum, Björgvin Páll Gústavsson hevur sent altjóða hondbóltssamgonguni, IHF eitt mótmælisskriv, har hann harðliga mótmælir at IHF yvirtrumfar svensku og pólsku HM-vertstjóðirnar við at krevja, at korona-leiðreglur sum tær í 2020 vera galdandi undir HM-endaspælinum 11. til 29. januar.
IHF krevur fimm daga sóttarhald um ein HM-leikari hevur fingið staðfest koronu. IHF krevur eisini støðugar testingar, koronagrímur og avmarkingar til miðlafólk o.a.
Björgvin Páll Gústavsson vísir eisini IHF á evropeiska mannarættindasáttmálan, sum hann heldur IHF brýtur við at gera mismun á fólki stødd í sama landi.
Her sæst ensktmælta mótmælisskrivið hjá Björgvini Pálli Gústavssyni:
##med2##