Isolatiónin varð longd

Føroya Rættur longdi mikudagin varðhaldsfongslingina av einum 30 ára gomlum dana í fjúrtan dagar

Føroya Rættur longdi mikudagin varðhaldsfongslingina av einum 30 ára gomlum dana í fjúrtan dagar, og hann skal sita í isolatión allar dagarnar. Maðurin er ákærdur í stóra narkomálinum, sum hevur verið ovast á breddanum síðan 16. januar í ár.
Hann varð tikin í Keypmannahavn 16. januar, og hann er síðani fluttur til Føroya, tí hann hevur samband við narkomálið her í Føroyum. Verjin hevur roynt at flyta mál hansara til Danmarkar, men hesum hevur Føroya Rættur ikki givið honum viðhald í.
Ákæruvaldið vil vera við, at hesin maðurin hevur verið við til at skipa fyri umfatandi narkosmugling til Føroya.
Rætturin hevur eisini ásett, at dómsviðgerð í hesum málinum verður 10. apríl. Ákæruvaldið fer væntandi at krevja, at málið verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.
Ein annar 35 ára gamal dani var eisini í Føroya Rætti mikudagin. Hann er eisini ákærdur í narkomálinum. Ákæruvaldið kravdi í hesum sambandinum, at hann framhaldandi skal sita í isolatión, teir fjúrtan dagarnar hann hevur eftir av varðhaldsfongslingini. Málið var ikki avgjørt, tá blaðið fór til prentingar.
Ein 27 ára gamal føroyingur, sum hevur sitið í varðhaldinum síðan 16. januar, verður leyslatin ein av fyrstu døgunum. Hann er ákærdur fyri brot á lógina um euforiserandi evni, og tí kann varðhaldsfongslingin ikki leingjast longur.