Ísraelski forsætisráðharrin takkar amerikanska forsetanum, Donald Trump, fyri átøk hansara fyri at fáa frið í Gaza, eftir at ST-trygdarráðið mánadagin góðkendi eina samtykt, um friðarætlanina hjá Trump.
Forsætismálaráðið skrivar á X.
- Vit halda, at ætlanin hjá Trump forseta fer at føra til frið og vælferð, tí hon heldur fast um fulla avvápning, avvápning og avradikalisering av Gaza.
Samstundis heitir ísraelska forsætisráðharraskrivstovan á grannalondini í Miðeystri um at normalisera viðurskiftini við Ísrael eftir Gaza-kríggið.
– Ísrael rættir sína friðar- og vælferðarhond til allar okkara grannar og heitir á teir um at normalisera viðurskiftini við Ísrael og melda seg til okkara átøk at burturbeina Hamas og tess stuðlar úr økinum, stendur í X.
Ísraelska forsætisráðharraskrivstovan skrivar, at ætlanin hjá Trump - sambært Ísrael - fer at føra til, at Ísrael og grannarnir í Miðeystri koma nærri hvørjum øðrum, og at Abraham-avtalurnar verða víðkaðar.
Abraham-avtalurnar fevna um fýra normaliseringsavtalur, sum vórðu gjørdar millum Ísrael og ávikavist Sameindu Arabisku Emiratini, Bahrain, Marokko og Sudan í 2020.
Tað var fyrstu ferð í 26 ár, at eitt ella fleiri arabisk lond normaliseraðu síni viðurskifti við Ísrael og harvið formliga viðurkendu ísraelska statin.
Í 1994 skrivaði Ísrael undir ein friðarsáttmála við Jordan, sum normaliseraði teirra diplomatisku viðurskifti, og í 1979 var tað Egyptaland, sum gjørdi frið við og viðurkendi ísraelska statin.
Trettan limir í ST-trygdarráðnum - teirra millum Danmark - atkvøddu fyri samtyktini, sum varð samtykt mánadagin.
Russland og Kina hildu seg undan. Eingin setti veto móti tí.
Friðarætlanin hjá Trump fevnir millum annað um at seta altjóða herdeildir út og ein veg til eitt framtíðar palestinskt ríki.
Sambært samtyktini kunnu limalondini í ST luttaka í einum sokallaðum friðarráð, sum er ætlað sum ein fyribils myndugleiki, sum hevur ábyrgdina av endurbyggingini og búskaparliga batanum á Gazageiranum.
/Ritzau/











