Ísrael sigur, at herdeildir teirra hava dripið tveir menn, sum eru framstandandi hermenn í palestinska felagsskapinum Hamas.
Tað hendi í gjár undir einum loftálopi móti teirra bili í býnum Jenin á Vestara Áarbakka.
Tað kemur fram í felags fráboðan frá ísraelsku trygdartænastuni ISA og ísraelska herinum (IDF), skrivar Reuters.
Í fráboðanini eru teir báðir menninir eyðmerktir sum Ahmed Abu Ara og Rafet Dawasi, sum báðir koma úr økinum kring Jenin.
IDF greiðir eisini frá álopinum á sosiala miðilin X.
Har verða teir báðir menninar lýsitr sum "elimineraðir" og at Abu Ara og Dawasi vóru við til at leggja til rættis eitt álop í Jordandalinum.
Tað skal snúgva seg um eitt álop, sum hendi 11. august, tá Yonatan Deutsch varð skotin og dripin. Hann var ísraelskur kommandohermaður.
Al-Qassem Brigades, sum er hernaðarligi vongurin hjá Hamas, sigur eisini í eini fráboðan, at tey hava mist tveir limir.
Her ljóðar tað sum um tey syrgja teir, eftir eitt ísraelskt loftálop á bil teirra.
Viðvíkjandi álopinum í Jordandalinum á Vestara Áarbakka hava ísraelskir myndugleikar fyrr sagt, at "vápnaðir palestinskir gerningsmenn" skutu eftir teimum á einum høvuðsvegi. Ein - Yonatan Deutsch - doyði og fleiri fingu skaða, sambært Ísrael.
Seinni sama dag upplýstu Al-Qassem-brigadurnar, at herdeildirnar hjá deildini á Vestara áarbakka høvdu skotið og dripið ein ísraelskan hermann og síðani vóru "komnir trygt aftur til støðir sínar".
Sambært Hamas var álopið sum hevnd fyri álopið hjá Ísrael á ein skúla í Gaza, har flýddir palestinar búðu, og har í minsta lagi 90 fólk lótu lív, sambært borgaraverjuni í Gaza.
Talið av tilburðum av harðskapi á Vestara Áarbakka er vaksið nógv, síðani kríggið millum Ísrael og Hamas brast á í oktober í fjør.
Talan er bæði um fleiri ísraelsk álop, fleiri tilburðir av harðskapi frá ísraelskum niðursetufólkum og mara palestinskum harðskapi á gøtuni.
/ritzau/