Ísraelski herurin (IDF) sigur, at jagaraflogfør hjá teimum í dag hava rakt fleiri Hizbollah-mál í Wadi Saluki í Libanon.
Hetta veit tiðindastovan, Reuters, at siga í dag. Wadi Saluki er eitt øki í Libanon har suðuri móti ísraelska markinum.
Sambært tíðindastovuni, sum endurgevur Hizbollah, vórðu 10 fólk eisini dripin í Libanon í gjár í ísraelskum álopum.
Av hesum 10, vóru fimm børn, verður sagt.
- Fíggindin kemur at gjalda prísin fyri hesi brotsverk, sigur eitt talsfólk fyri Hizbollah.
Stríðið millum Iran-stuðlaða Hizbollah-felagsskapin í Libanon og Ísrael hevur ment seg, síðan Ísrael gjørdi innrás í Gaza.
Partarnir hava við jøvnum millumbilum sent rakettir eftir hvørjum øðrum á markinum millum Ísrael og Libanon.