Italia: Stúra fyri fleiri deyðum eftir spreinging

- Bjargingararbeiðið er framvegis í gongd, men vit stúra fyri, at tey saknaðu ikki eru á lívi, sigur eitt umboð fyri bjargingarfólkini.

Higartil er trý fólk staðfest deyð, fimm eru løstað og fýra saknað eftir eina spreinging í Italia. Stúrt verður fyri, at fleiri hava latið lív.

 

Talan er um eina spreinging undir jørð í einari skipan við eitt vatnorkuverk í norðara parti av landinum, og bjargingararbeiðið er framvegis í gongd.

 

Hendingin fór fram í gjárkvøldið, og í fyrstu syftu søgdu myndugleikarnir, at fýra fólk vóru deyð. Seinni varð talið dagført til trý.

 

Bjargingarliðini, sum taka sær av uppgávuni, stúra fyri, at tey fýra, sum eru saknað, eisini hava latið lív í spreingingini. 

 

- Bjargingararbeiðið er í gongd, men vit stúra fyri, at tey saknaðu ikki eru á lívi, sigur eitt umboð fyri bjargingarliðini.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.