Italskur harmonikutónleikur á Regatta

(Regatta 2016 - Ljóðbrot frá Rás2) Eisini italskir ferðamenn í húsvagni hava funnið vegin til Regatta í ár

Vilmund D. Jacobsen, reportari hjá Rás2 fekk eisini høvið at føra inn í ein italskan húsavagn saman við Regini Joensen, sølumanni hjá Miðlahúsinum, har Vilmund og Regin upplivdu stóran blíðskap.

 

Tann eini yngri italiumaðurin dugir framúr væl at spæla uppá harmoniku, og ungi italiumaðurin spældi eitt brot á harmonikuni fyri Vilmundi, og fyri lurtarunum hjá Rás2.

 

Vilmund D. Jacobsen fekk eisini eitt prát við Regin Joensen, sum er sera fegin um at verða á Regatta.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis reportasjuna Vilmund D. Jacobsen hevði í tí italska húsvagninum, sum er partur av Regatta.